Byggiloyvi
Nýbygging
- Sethús (uml. 175m²) 28.000,- v/MVG *
Byggiloyvi til nýbygging krevur ymisk tilfar, so sum brunaætlan, kloakkætlan og orkukarm. Vit bjóða okkum at gera hetta atbeiði fyri tykkum, so tit ómakaleyst kunnu fáa neyðugu loyvini góðkend, og byrjast kann upp á verkætlanina.
Uppíbygging
- Sethús (20m²) 17.000,- V/MVG *
Byggiloyvi til uppíbygging krevja tekningar, brunatekningar, útrokningar av orkukarmi líkt krøvunum til nýbygging, og í ávísum førum kloakkætlan. Vit bjóða okkum at gera hetta arbeiðið fyri tykkum, so tit ómakaleyst kunnu fáa neyðugu loyvini, og byrjast kann upp á verkætlanina.
Úthús, drívhús, hjallar o.tíl.
- tímaprísUR 830,- v/MVG
Ikki er neyðugt við byggiloyvi til nevndu bygningar, men tó eru reglur, ið skulu haldast, sum t.d. stødd (upp til 10m²- óupphitað), frástøður til bygningar og mark, hædd á bygningi og brunakrøv. Tað er ábyrgd byggiharrans, at krøvini vera hildin. Vit bjóða okkum at gera hetta arbeiðið fyri tykkum, so tit ómakaleyst kunnu byrja upp á verkætlanina.
Umbygging -A
- Sethús (uml. 175m²) 24.000,- V/MVG *
Er uppgávan so umfatandi, at umbyggingin krevur byggiloyvi, so eru krøvini lík teimum til nýbyggjan, tó við ymiskum frávikum. Vit bjóða okkum at gera hetta arbeiðið fyri tykkum, so tit ómakaleyst kunnu fáa neyðugu loyvini góðkend, og byrjast kann upp á verkætlanina.
Umbygging -B
- Tímaprísur 830,- V/MVG *
Um umbyggingin ikki krevur byggiloyvi, men tørvur er á tekningum og útrokningum av u-virði, so bjóða vit okkum at gera hetta arbeiðið fyri tykkum, skjótt og ómakaleyst.